Samrøða við FM1 feldi Jenis

Løgmaður verður í tíðindunum á FM1 nú kl 11

Tað var ein samrøða við Jenis av Rana í tíðindunum klokkan 17 í gjár, sum feldi Jenis av Rana. Har segði hann seg vóna, at Magnus Rasmussen heldur ikki fór at lýða boðini hjá løgmanni um at geva samkyndum mammum somu rættindi sum øll onnur foreldur, tá børnini skulu hava eftirnavn.

 

Løgmaður sigur soleiðis í grundgevingunum fyri at koyra Jenis av Rana:

 

“Síðani eg tók við sum løgmaður havi eg roynt at vera savnandi, diplomatiskur og rúmligur. Men samstundis má eg ásanna, at landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum yvir eitt longri tíðarskeið, hevur bjóðað hesum av. Tá landsstýrismaðurin so í gjár alment heitir á onnur landsstýrisfólk um beinleiðis at ganga í móti boðum løgmans, ja tá røkkur mín rúmligheit ikki longur.

 

Lesið eisini: Jenis vónar at Magnus heldur ikki aktar løgmann

 

Hoyrið samrøðuna við Jenis av Rana á FM1 kl 17 í gjár her:

 

##med2##