Tað sigur Aksel V. Johannesen í stuttari við merking í morgun á veg til samráðingarnar.
Hóast talan nú er um realitetssamráðingar, so torir Aksel V. Johannesen ikki at siga, at hetta er tað, tí allar súður eru ikki syftar enn.
– Vit hava viðgjørt nøkur av teimum stóru málunum, sum eru meira avbjóðandi, meðan onnur teirra bíða til seinni, sigur hann.
Málið um ríkisveitingina er eitt teirra, sum bíðar.
í morgun verða ymsar hoyringar, eitt nú koma Fíggjarmálaráðið og Landsbankin at tosa við samráðingarfólkini.









