Føroyska samráðingartoymið er í hesum døgum í London, har eitt nýtt umfar av strandarlandasamráðingum byrjar í vikuni. Á skránni fyri samráðingarnar er býtið av makrel, svartkjaft og norðhavssild. Tað skrivar fiskimálaráðið á teirra heimasíðu í morgun.
Mánadagin og týsdagin er býtið av makrelinum á skránni. Tað er tó ikki nógv, ið greiða skal fáast á, tí Føroyar, ES og Noreg vórðu samd um makrelbýtið í 2014, og á fundi í oktober gjørdust londini eisini samd um eina langtíðar umsitingarætlan og mest loyvda veiðu fyri 2016. Sostatt er ikki nógv eftir at samráðast um, annað enn at avgera, hvussu tey 15,6 prosentini í makrelsemjuni frá 2014 skulu býtast millum londini uttanfyri makrelsemjuna.
Síðani eru tríggir dagar settir av til samráðingarnar um svartkjaft og norðhavssild. Fyri teir báðar fiskabólkarnar finst eingin semja um býtið millum strandarlondini, og verður nýtt býti tískil høvuðsendamálið við samráðingunum á hesum sinni.









