Samráðingarnar ganga væl

- Gott lag er á monnum, og vit eru komnir nakað ávegis, sigur semingsmaðurin.

Semingsmenninir hava framvegis umboð fyri Fíggjarmálaráðið, Skipara- og Navigatørfelagið og Maskinmeistarafelagið á semingsfundi í Deplinum í Skálavík.

 

Lítið hevur verið at fætta, men í kvøld sigur Terje Sigurðsson, at tað gongur rætta vegin og at teir eru komnir nakað ávegis.

 

- Gongd er í og gott lag er á monnum. Tað gongur rætta vegin. Vit eru komnir nakað ávegis, men sjálvsagt er nakað eftir enn, eisini nøkur trupul økir eru eftir at viðgera, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður.

 

- Tað tekur sína tíð, men vit halda á, og nú verður ikki steðgað, sigur semingsmaðurin.

 

Hann heldur, at staðið, Depilin í Skálavík, er væl egnað, tí gott er at koma eitt sindur burturfrá.

 

 

- Gott er at koma burturfrá, tá ein arbeiðir á henda hát, so intenst, sigur Terje Sigurðsson, sum eftir øllum at døma er bjartskygdur í løtuni um vónirnar fyri at finna eina semju millum partarnar.