Maskinmeistarafelagið veit at siga, at fyrsti samráðingarfundur millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Maskinmeistarafelagið um sáttmála fyri maskinmeistarar hjá SEV og IRF hevur verið í dag.
- Frammanundan eru sáttmálasamráðingar byrjaðar millum Maskinmeistarafelagið og Fíggjarmálaráðið. Hesar samráðingar eru um sáttmálar fyri alment settar á landi og fyri teir við Magnusi Heinasyni, verður lagt aftrat.