Samrøðurnar úr Klaksvík o.o. innsløg seinnapartin frá FM1

(FM1) Ein klipt útgáva av longu seinnapartssendingini hjá FM1 úr Klaksvík seinnapartin í dag er løgd út á savnið hjá FM1 á SoundCloud.

Minniliga langa seinnapartssendingin hjá FM1 tá KÍ skuldi spæla móti Slovan Bratislava í dag er løgd út á savnið hjá FM1 í einari kliptari útgávu.

Tróndur Arge var reportari, studiovertir vóru Heri Simonsen og Petur Zachariassen, og teir høvdu eisini Árna Gregersen við sær.

Tróndur prátaði fleiri ferðir við Tummas Lervig, formann í KÍ gjøgnum seinnapartin. Tróndur prátaði við Mikkjal Thomassen, tá dystaravlýsingin varð staðfest. Vit hoyra eisini samrøður við Jógvan Skorheim, borgarstjóra í Klaksvíkar kommunu, Kristian Joensen, stadionspeakara hjá KÍ, Jákup Ósá frá bolt.fo og Norðlýsinum, umframt stutta samrøðu við Agnar Prestá frá portal.fo. Vit hoyra eisini góð og rámandi sms verða lisin, og KÍ-sangir og aðrir sangir sum vóru spældir gjøgnum hendan minniliga seinnapartin norðuri í Klaksvík. 

HER  ber til at hoyra sendingina.