Eitt stórfingið og væleydnað tiltak var í Miðlahúsinum fríggjakvøldið, har nógvar heiðurslønir vóru handaðar til tey bestu í føroyska fótbóltsheiminum. Rás2 sendi beinleiðis frá tiltakinum í tríggjar tímar. Samrøðurnar, sum vóru við ársins leikarar, málverjar, stjørnuskot, toppskjúttar, venjarar og dómara aftaná ymisku virðislønahandanninar verða endursendar í morgunsendingini hjá Rás2 millum kl. 9 og 11 í morgin. Ljóðbrotini, tá nøvnini vóru almannakunngjørd verða sjálvsagt eisini at hoyra.