KÍ hevur saman við Skála og Víkingi vunnið seg í hálvfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið. Hjá KÍ kravdi tað longda leiktíð at vinna 4-3 á B36 í Gundadali. B36 var á odda 2-0 í steðginum. KÍ stríddi seg innaftur í dystin í seinna hálvleiki, og megnaði at javna til 2-2. Samstundis fekk Brian Jakobsen hjá B36 seinna gula kortið í seinna hálvleiki, og B36 mátti spæla longdu leiktíðina við 10 monnum. Í longdu leiktíðini kom KÍ á odda tvær ferðir, men seinnu ferð megnaði B36 ikki at svara aftur.
Skála vann 5-1 (3-0) á TB og Víkingur vann 10-0 (4-0) á B68. Dysturin millum HB og B71 byrjaði klokkan 17.
TRÝST Á PÍLIN UNDIR MYNDINI,
og hoyr frá FM1:
1) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við liðskiparan hjá KÍ, Jákup B. Andreasen sum stórfegnast um stríðsviljan KÍ vísti í dag við at vinna seg innaftur í dystin og vinna seg víðari í kappingini um løgmanssteypið.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við liðskiparan hjá B36, Andrias Eriksen sum er sera vónbrotin um, at B36 ikki helt støðið teir høvdu í fyrra hálvleiki í vanligu leiktíðini. B36 hevur nú latið sjey mál inn í tveir dystir, og Andrias er avgjørdur um, at tað er nakað sum B36 má bøta um til komandi dystirnar.
HER ber til at hoyra hvussu tað ljóðaði á FM1, tá Tróndur Arge segði frá teimum sjey málunum og dystarendanum.