TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:
1) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á FM1 við Ólav Niclasen hjá KÍ aftaná KÍ hevði vunnið 2-1, og samlað 3-2 á Birkirkara í Europa League.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á FM1 við KÍ-málverjan, Kristian Joensen aftaná søguliga sigurin hjá KÍ ímóti Birkirkara.
Ólavur Niclasen heldur, at KÍ hevði tamarhald á næstan øllum dystinum, men viðgongur, at tað bleiv heldur fjálturstungið tá Birkirkara minkaði um munin til 1-2 í 89. minutti.
Kristian Joensen hevur verið partur av dystum, har hann hevur havt meira at gera í KÍ-málinum enn í kvøld, men hann hevði eina fantombjarging tá boð vóru eftir honum. Hann er greiður yvir, at hann hevur skrivað søgu saman við liðfeløgunum í kvøld, men hann sigur, at hann fer at ganga hægri uppí søgu tá hann blívur eldri.
Frásøgnin hjá Tróndi Arge av málunum í dystinum millum KÍ og Birkirkara, og viðmerkingarnar hjá André Olsen hoyrast HER
Samrøðan Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá KÍ, Mikkjal Thomassen hoyrist HER
Samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við formannin í KÍ, Tummas Lervig og við stadionspeakarin hjá KÍ, Kristian Joensen hoyrast HER
Samrøðan Tróndur Arge gjørdi við Jákup Ósá frá bolt.fo og nordlysid.fo hoyrist HER










