Enn einaferð eru samráðingarnar um at hækka skuldarloftið hjá amerikanska statinum eru enn einaferð slitnaðar. Fríggjadagin steðgaði samráðingarleiðarin hjá republikanarunum, John Boehner, samskiftinum við Barack Obama, forseta. Tað skrivar heimasíðan hjá Børsen.
Forsetin hevur kallað til nýggjar samráðingar í Hvíta Húsinum í dag, men hevur samstundis boðað frá, at fæst eingin avtala, er hann til reiðar at trumfa eina øking av skuldarloftinum ígjøgnum einsamallur.
Ein avtala skal verða komin upp á pláss áðrenn 2. august. Um eingin avtala fæst upp á pláss, fer amerikanski staturin í gjaldssteðg, og kann ikki longur halda sínar skyldur ella gjalda løn til alment sett. Hetta kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri amerikanska búskapin.
Orsøkin til, at Boehner sleyt samráðingarnar við Obama, er eftir øllum at døma kravið hjá Obama, at hægri skattur verður ein partur av avtaluni um at minka stóra rakstrarhallið í amerikanska búskapinum.
Samstundis ávarar ein ónevndur embætismaður úr Hvíta Húsinum um, at nú er veruligur vandi fyri, at kredittvirðið hjá USA verður sett niður. Hendir tað, kann tað merkja eina búskaparliga resessión í USA og skapa ráðaloysi á altjóða fíggjarmarknaðunum.










