Samráðingarnar millum Føroyar og ES eru niðurlagdar

Samráðingarnar millum Føroyar og ES um fiskiveiðiavtalu fyri 2011, sum byrjaðu í Keypmannahavn í gjár, eru niðurlagdar. Tað boðar Fiskimálaráðið frá.

ES tengir samráðingarnar við Føroyar saman við samráðingunum um makrel. Ein avtala við Føroyar fyri 2011 er treytað av, at ES, Noreg og Føroyar koma ásamt um at gera langtíðar avtalu um makrel teirra millum fríggjadagin.

Tað gjørdi ES greitt seinnapartin.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, átalar, at ES, eins og Noreg, tvinnar avtaluna millum Føroyar og ES saman við eini tríparta makrelavtalu. Tað kunnu Føroyar á ongan hátt góðtaka.

Føroyar vóru sinnaðar at gera avtalu við ES, men tá ES ikki er sinnað at skriva undir, uttan at treyta sær, at makrelavtala verður gjørd, var ikki grundarlag fyri at halda fram.

Tí vóru samráðingarnar niðurlagdar.