Væntandi verður annar samráðingarfundurin millum landsstýrið og donsku stjórnina í eikitræðssalinum í danska forsætismálaráðnum liðugur klokkan níggju í kvøld, eins og ætlað.
Fyri løtu síðani frættist úr samráðingarhølunum, at samráðingarandin er góður og samráðingarnar ganga væl. Tí stendur ætlanin við um at halda tíðindafund eitt sindur yvir klokkan níggju.