Samráðingarnar ganga ikki væl

Føroya Lærarafelag handaði mánadagin Fíggjarmálastýrinum fráboðan um arbeiðssteðg og blokadu, verður ikki semja áðrenn 1. mars

Mánadagin sessaðust Føroya Lærarafelag og lønardeildin hjá Fíggjarmálastýrinum aftur við samráðingarborðið. Partarnir hava havt nakrar fundir.

Undir samráðingunum í fjør eydnaðist ikki at finna endaliga semju og hótti Føroya Lærarafelag tá við arbeiðssteðgi. Tá varð fyribilssemja gjørd, sum gongur úr 1. mars.

Á fundinum mánadagin handaði Føroya Lærarafelag Fíggjarmálastýrinum fráboðan um arbeiðssteðg og blokadu, verður ikki semja innan 1. mars.

Sambært tíðindatænastu Føroya Lærarafelags ganga samráðingarnar heldir strilti.

Næsti fundur verður mánadagin 7. februar.