Samráðingar eru tiknar upp aftur millum Føroya Pedagogfelag øðrumegin og lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum og KAF hinumegin.
Nú á miðdegi var ein lítil steðgur í samráðingunum, og sambært Maud Wang Hansen skuldi mótparturin hyggja nærri eftir einari orðing.
Annars tóktist forkvinnan í pedagogfelagnum at hava betri mót um at tað kanska fer at bera á mál hesaferð.
- Eg ætli mær at halda á til »the bitter end«, sum Maud Wang Hansen málbar seg.
Samráðingarnar byrjaðu í morgun klokkan 10, men enn er ikki greitt, hvussu leingi tær halda fram. Er verulig framstig at hóma kann roknast við, at hildið verður fram til ein semja er funnin.