SAVNSRØKTIN
Samráðingarnar um savnsrøktina byrjaðu 22. apríl og tveir fundir hava verið. Sostatt eru bert lítlar tvær vikur eftir at tingast og semjast um savnsrøktina. Mentamálastýrið samskipar samráðingarnar og gongur ímillum partarnar.
- Vit vóna eina semju og eru til reiðar at gera neyðsemju, um neyðugt, men slaka ikki í spurninginum um gjald fyri savnsrøktina. Ein loysn átti at komið burtur úr tí, ið liggur á borðinum nú, sigur Elsa Birgitta Petersen, forkvinna í Føroya Lærarafelag.
Vísir tað seg soleiðis, at málið ikki verður loyst, herðir Føroya Lærarafelag aftur blokaduna og støðan verður tann sama sum áðrenn semjuna, sum varð undirskrivað beint eftir páskir. Próvdómarar eru kunnaðir um støðuna, soleiðis, at um einki verður burtur úr samráðingunum, skulu teir ikki døma uppgávur til royndirnar í summar.
Føroya Kommunufelag er ikki við í samráðingunum, og tað merkir, at finna hinir partarnir eina semju, eru skipað viðurskifti viðvíkjandi savnsrøktini í teim stóru kommununum, meðan viðurskiftini í teim smáu kommununum framvegis eru óloyst.
Til samráðingarnar eru lidnar og úrslit liggur á borðinum, sum Føroya Lærarafelag góðtekur, verða eingi søvn og amboð røkt og einki tilfar verður keypt. Beint eftir páskir varð hin parturin í blokaduni, sum rakti próvtøkuuppgávugerð og - døming, tikin av.