Tað verður ongin nýggj samgonga skipað ímillum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi, Framsókn og Miðflokkin. Tað er nú greitt eftir at samráðingar hava verið ímillum flokkarnar í alt kvøld.
Jenis a Rana, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, og formaður floksinsv sigur, at eftir at hava samráðst í næstan fimm tímar í kvøld, er niðurstøðan, at tað er so langt ímillum partarnar, at grundarlag er ikki fyri at halda fram.
– Vit í Miðflokkinum hava eftirmett samráðingarfundin og eru samd um at boða Akseli V. Johannesen, løgmanni, frá, at grundarlag er ikki fyri at halda fram, og at tað sostatt ikki verður nøkur nýggj samgonga skipað við Miðflokkin, sigur Jenis a Rana.
Hann sigur, at verandi samgongan vildi ikki, í nóg stóran mun, ganga ynskjunum frá Miðflokkinum á møti, hvørki á etiska økinum, ella í sambandi ið nýggju fiskivinnunýskipanina.
Á fiskivinnuøkinum vildu Miðflokkurin hava at parturin, sum skal seljast á uppboði, skal minkast munandi og markið fyri, hvussu nóg, hvør einstakur reiðari kann eiga, skal hækkast munandi, men samgongan ildi ikki broyta sítt uppskot nóg nógv til at vit kundu taka undir við tí, sigur floksformaðurin.
Miðflokkurin vildi eisini hava, at fólkaatkvøða skuldi vera um Hjúnabandslógina, altso um samkynd skuldu kunna giftast, og at tað skuldi standa í stjórnarskipanini, at øll hava rætt til lív frá gitnaði til natúrligt andlát, altso, at fosturtøka og deyðshjálp skulu bannast. Og tað skuldi eisini standa, at Føroyar eru eitt kristið land og at vit byggja á kristið grundarlag.
Men samgongan vildi ikki flyta seg so nógv í hesum málum, at vit kundu halda fram, sigur Jenis av Rana.