Sáttmálasamráðingar
Samráðingarnar á arbeiðsmarknaðinum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið vórðu uppafturtiknar mikudagin klokkan 13. -Vit hava fingið uppringingar frá báðum pørtum, sum eru sinnaðir til at taka samráðingarnar uppaftur, og vit meta, at tað eru líkindi til at finna eina semju út frá tí, sum partarnir hava sagt við okkum segði Jógvan Amonson, semingsmaður fyrrpartin mikudagin. Hann leggur aftrat, at Semingsstovnurin hevur havt samband við partarnar í týskvøldið og mikumorgunin, og út frá hesum samrøðum ber til at siga, at partarnir eru sinnaðir til at finna eina loysn.
-Tvs at tað kann gerast óneyðugt hjá løgtinginum at leggja uppí?
-Ja, tað vil eg vóna.
-Ber til at siga, at tað, sum skilur partarnar, er so lítið, at tað ber til at finna eina semju?
-Tá vit taka semingsroyndina uppaftur, so er tað tí, at vit meta tað vera realistiskt at finna eina semju.
Tingfundur í gjáramorgunin var útsettur til seinnapartin, tí tað hevði eydnast at fáa partarnar aftur til samráðingarborðið. Stutt undan tingfundinum bíðaði semingsstovnurin eftir eini uppringing frá Fíggjarmálaráðnum. Tann uppringingin kom í evstu løtu, og var hon so mikið positiv, at Semingsstovnurin gjørdi av at áseta nýggjar samráðingar kl.13 mikudagin.