Samráðingar í ár

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, sigur, at hann stílar í móti at politisku samráðingarnar um fullveldi kunnu gerast lidnar í ár

Seinnapartin hósdagin var forsætisráðharrin á fundi við í Tinganesi.

Á tí fundinum varð hann kunnaður um millum annað fullveldismálið, sum tað sær út í dag.

Eftir fundin segði Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fullveldismálum, at hann hevði sagt forsætisráðharranum, at ætlan hansara er, at politisku samráðingarnar um fullveldi skulu ver lidnar í ár.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, segði, at hann hevði sagt Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharra, at fáa Føroyar ikki fullveldi, fara vit ikki at klára okkum í meldrinum úti í heimi.

Tað er júst eftir, at tey smáu londini hava fingið sjálvstýrið, at tey fara at gera seg galdandi í altjóða høpi, vísir Høgni Hoydal á.

»Fáa vit ikki okkara fullveldi, verða vit nógv verri fyri enn nú, og enda kanska sum ein tódnað hálvhosa úti í Norðuratlantshavi,« segði Høgni Hoydal, landsstýrismaður.

Fullveldismálið er býtt í fýra stig, sigur Høgni Hoydal.

Fyrst fekk landsstýrið politiskt mandat frá Løgtinginum til at føra samráðingar við donsku stjórnina.

Síðan varð fyrireikingin sett í gongd, og verður hon liðug í september. Tað er tann so væl kenda hvítbókin.

Síðan verður aðalorðaskifti í Løgtinginum. Og at enda verður tað endaliga útspælið, og hava vit biðið um, at tær politisku samráðingarnar kunnu byrja og enda í ár, sigur Høgni Hoydal.

Poul Nyrup Rasmussen vildi hinvegin ikki seta nakra tíðarfreist á samráðingarnar um fullveldið.

Tá hann kom út aftur av fundinum í Tinganesi, segði hann bara, at danska stjórnin fór at bíða eftir útspælinum úr Føroyum.