Samráðingar ímillum Føroyar og Danmark um rentulækking

Føroyingar betala framvegis 5% í rentu av láninum, sum varð tikið í sambandi við bankasemjuna. Á Fólkatingi hevur Tórbjørn Jacobsen nú heitt á donsku stjørnina um taka upp samráðingar við føroyingar um at lækka rentuna

Uttanlandslán

Rentan av láninum, sum Føroyski landskassin hevur frá danska landskassanum eigur at verða lækkað.
Tað heldur Tórbjørn Jacobsen, fólkatingsmaður.
Í eini røðu hann helt ú Fólkatinginum týskvøldið, heitti hann tí á donsku stjórnina um at taka upp samráðingar við donsku stjórnina um at lækka rentuna av tí láni, sum føroyingar fingu úr danska landskassanum í sambandi við bankasemjuna í 1998.
Hann vísir á, at talan er um eitt lán, sum gongur yvir 20 ár við eini rentu upp á 5% um árið.
? Sìðani hevur gongdini á alheims rentumarknaðinum verið tann, at rentan er lækkað næstan heilt niður á 0%.
Og nú Fólkatingið hevði fyrstu viðgerð av donsku fíggjarlógini fyri komandi ár, brúkti Tórbjørn Jacobsen hetta høvið til at heita á donsku stjórnini um at lækka rentuna.
Í røðu síni vísti hann á, at komandi ár skulu føroyingar betala 175 milliónir í rentu til danska landskassan, umframt avdráttirnar uppá 148 milliónir.
Samstundis er blokkstuðulin lækkaður.
? Tað er prógvað, at Føroyar gera Danmark ríkari við tað, at Danmark hevur yvirskot av samhandlinum við Føroyar. Danmark hevur eisini vinning av okursrentuni, sum vit betala av láninum í sambandi við bankasemjuni. Men vit gera eisini Danmark ríkari av tí at blokkstuðulin er lækkaður góðar 366 milliónir og tí at hernaðarstøðirnar í Føroyum føra við sær, at danska stjørnin sparir játtan til hernaðarlig endamál.

Nýggjar samráðingar
Tórbjørn Jacobsen segði, at føroyingarvóru ikki vanir at leypa frá gjørdum avtalum. Og hann vissaði Fólkatingið um, at tað fóru vit heldur ikki at gera í hesum føri.
? Men hevði tað ikki verið hóskandi at tikið samráðingar upp um at lækka rentuna av láninum, sum føroyingar hava í danska statskassanum, nú rentan í vesturheiminum er lækkað næstan niður á 0%.
Hann vísti á, at hesi 5% eru ein útreiðsla hjá føroyska landskassanum upp á 175 milliónir næsta ár.
Fólkatingsmaðurin boðaði eisini frá, at tá ið føroyingar bóðu um at fáa blokkstuðulin lækkaðan, var tað heilt greitt við tí fyri eyga at lækka hann enn meiri í næstu framtíð.
? Tí hevði tað ikki verið heilt óhóskandi, at danska stjørnin vísti føroyingum tær sømdir, at hon bjóðaði føroyingum samráðingar um rentuna, sum mest er at samanbera við okursrentu, segði føroyski fólkatingsmaðurin.

Aðalorðaskiftið um ríkisveitingina
Í røðu síni helt Tórbjørn Jacobsen, at tað hevði næstan verið hóskandi at havt eitt aðalorðaskiftið í Fólkatinginum um ríkisveitingina og um, hvat tann djúpara meiningin við henni er.
Sjálvur ivaðist hann ikki í, at endamálið við honum er at keypa sær politiskt vald í Føroyum og í Grønlandi.
-? Men uttan iva eru mong ósamd við mær um hetta, legði Tórbjørn Jacobsen afturat.
Hann vísti eisini á, at summi hildu, at ríkisveitingin í veruleikanum var føroysk ogn, tí hernaðarstøðirnar í Føroyuum gera, at NATO loyvir dønum at hava lægri játtanir til henraðarendamál enn hini NATO londini hava.
Onnur hava skotið upp at ríkisveitingin verður lækkað, samstundis sum føroyska skuldina til danska landskassan verður lækka samsvarandi.
Tað var eisini eitt uppskot at einskilja føroyskar fyritøkur og at brúka peningin at betala skuldina við, segði Tórbjørn Jacobsen.