Samráðing um sild er ein sein loysn

Danska uppsjóvarvinnan hartar donsku stjórnina fyri at vilja royna eina samráðingarloysn millum ES og Føroyar í silda-og makrel trætuni.

Matvøruráðharrin, Mette Gjerskov, vil royna samráðingarmøguleikan í havrættardómstólinum hjá ST. Uppsjóvarvinnan metir tað vera eina roynd hjá donsku stjórnini at útseta ætlanirnar hjá ES-kommissiónini.

-Samráðingarloysnin sum danska stjórnin leggur upp til, er ikki eitt alternativ. Skipanin hjá ST hevur ongantíð verið roynd í einari slíkari ósemju í Evropa. Ein tílík samráðingargongd fer at verða so tíðarkrevjandi, at sildastovnurin er í vanda fyri at verða niðurfiskaður, áðrenn ein semja er funnin, sigur umboð fyri donsku uppisjóvarvinnuna við fagpressen.eu

Uppskotið um handilsforðingar verður eftir øllum at døma samtykt i fiski-og alivinnunevndini tann 31. juli og sett í gildi tann 8. august.