Samráðingarnar um frið millum Ísrael og palestinar hildu fram í gjárkvøldið, og hesaferð vóru samráðingarnar heima hjá ísraelska forsætisráðharranum, Benjamin Netanyahu, í Jerusalem.
Hetta er fyrstu ferð, at palestinski forsetin, Mahmoud Abbas, hevur verið heima í forsætisráðharrabústaðnum hjá Netanyahu síðani forsætisráðharraskiftið í Ísrael fyri hálvum øðrum ári síðani. Abbas hevur tó verið í ísraelska forsætisráðharrabústaðnum fyrr. Tað var, tá Ehud Olmert var forsætisráðharri.
-Í dag var eg aftur í hesum húsunum eftir eina langa fráveru. Ørindini vóru at halda fram við samrøðunum og samráðingunum í einari vón um, at vit kunnu semjast um frið í øllum umráðnum og serstakliga millum ísraelsmenn og palestinar, skrivaði palestinski forsetin í gestabókina hjá Netanyahu.
Serligi Miðeystur-sendimaðurin hjá amerikonsku stjórnini, George Mitchell, segði í gjárkvøldið, at partarnir høvdu tosað um týðandi spurningar, og hann helt, at báðir leiðararnir hava sett sær fyri at semjast um eina friðaravtalu.