Hósdagin og fríggjadagin verður fundast um, hvussu fiskiskapurin eftir svartkjafti skal skipast í 2007. Talan er um fyrsta regluliga fundin, síðani strandarlondini – t.e. Føroyar, ES, Ísland og Noreg – komu ásamt um heildarkvotu og býti millum londini. Høvuðsendamálið við fundinum í ár veðrr eftirmeta skipanini fyri umsiting av svartkjaftastovninum. Ein skipan, sum millum annað inniber, at heildarkvotan skal minka við í minsta lagi 100 tonsum um árið frá 2007 at rokna.