Í Bretlandi eru konservativi flokkurin og liberaldemokratiski flokkurin farnir undir undir samráðingar um at skipa samgongustjórn við David Cameron sum forsætisráðharra. Konservativa flokkinum restar 20 tinglimir í at hava meiriluta, og tí kunnu teir 57 tinglimirnir hjá liberaldemokratunum leggja eitt trygt parlamentariskt grundarlag undir stjórnina.
Liberaldemokratiski leiðarin, Nick Clegg, roynir nú at fáa flokkin at taka undir við einari avtalu við konservativa flokkin um samstarv. Tað kann fara at taka sína tíð, tí nógvir liberaldemokratar bera ótta fyri, at flokkurin fer at ganga við til ymsar neyðsemjur fyri at fáa stjórnarávirkan.
Politiskir eygleiðarar í London siga, at teir fíggjarligu marknaðirnir í býnum vilja hava stjórnarviðurskiftini avgreidd sum skjótast orsakað av kreppuni í Grikkalandi og teimum avleiðingum, sum hon kann hava við sær.