Nú verða politiskar samráðingar um eina nýggja samgongu, men tað verður á sløttum borði og sessurin sum løgmaður stendur eisini opin Sum fráboðað longur niðri á Portalinum, hevur løgmaður nú sagt samstarvið við Tjóðveldið upp, tí hann hevur ikki álit á formanninum í flokkinum, Høgna Hoydal.
Tað er ein røð av hendingum, sum hava ført til hesa støðuna, eitt nú ósemjan í tunlamálinum, ósemjan um fiskidagarnar, ósemja um nevndarval, fyri at nevna nøkur dømi.
Men tað, sum fekk bikarið at fóta yvir, var ósemjan um eina skrivstovu í Tinganesi, har eitt hurðalás varð skift, so at embætisfólk, sum løgmaður hevði givið einum embætisfólki, ikki slapp til arbeiðis.
Løgmaður sigur, at nú er alt fullkomiliga opið og at samráðingar nú vera um eina nýggja samgongu, men tað er ongin sum sigur, at løgmaður verður sitandi, tí nú verða samráðingar á sløttum borði og so veldst alt um, hvussu tær arta seg.
Tað skilst á løgmanni at hann nú fer at kanna um tað ber til hjá Javnaðarflokkinum at halda fram í samgongu við aðrar flokkar. Tað er ein spurningur, sum skal avgreiðast heilt skjótt og eydnast tað ikki, fer hann at lata onkran annan sleppa at royna seg
Men hann verður sitandi, til annar løgmaður er valdur, tað kann verða hann sjálvur, men tað kann eisini vera onkur annar.
Hóast landsstýrisfólkini hjá Tjóðveldinum eru send til hús, verða landsstýrisfólkini hjá Javnaðarflokkinum og Miðflokkinum sitandi til nýggj samgonga er skipað.