Samráðast um Bygdaleiðir

Samráðingar eru í gongd millum Strandaaskip Landsins og tey, sum hava boðið upp á rutukoyringina hjá Bygdaleiðum

 

Samferðsla


Realitetssamráðingar fara í gongd í næstu viku millum Strandfaraskip Landsins og tey, sum ætla at røkja Bygdaleiðir komandi fimm árini.

Poul Jákup Thomsen, fólkaflutningsleiðari á Strandfaraskipum Landsins, sigur, at seinastu dagarnar hava verið fundir við tey, sum hava latið tilboð inn upp á koyringina. Einir 12 slíkir avklárandi fundir hava verið, sigur hann.

Okkurt tilboð var soleiðis, at tað líkasum datt burtur ímillum, men tey, sum hildið varð vóru á eini leið, vórðu eftirhugd, og tosað varð við tilboðsgevararnar fyri at fáa ymisk ting upp á pláss, sigur Poul Jákup Thomsen.

?Tað er umráðandi at tryggja sær, at báðir partar skilja hvønn annan og vita, hvat vit tosa um, áðrenn farið verður í realitetssamráðingar um koyringina, sigur hann.

Tað er settur ein bólkur á Strandferðsluni at taka sær av hesum samráðingunum. Har eru millum onnur roknskaparfólk og leiðslupersónar í, sigur Poul Jákup Thomsen.

Fyrst í næstu viku væntar hann, at farið verður undir tær endaligu samráðingarnar við tey, sum fara at fáa koyringina. Tá hava tey á Strandferðsluni hugt tilfarið ígjøgnum einaferð enn, og mett um, hvønn tey halda vert er at tosa við aftur. Tá so alt er endaliga avklárað, verða sáttmálar skrivaðir at galda fyri komandi fimm árini.

Poul Jákup Thomsen vil ikki siga nakað nærri um, hvønn tey fara at tosa við. Men hann sigur tó, at tað gleðiliga er, at nógv kend andlit fara at ganga aftur, tá Bygdaleiðir verða privatiseraðar eftir nýggjár.

Um Skálafjarðarleiðina, sum eisini er boðin út, sigur hann, at har verður støða tikin fyrsta dagin.