Samráðast um at leingja markelsemjuna

Strandalondini sita í hesum døgum um samráðingarborðið í London

Skjøtul bleiv í dag settur á samráðingarnar millum strandalondini um makrel, svartkjaft og norðhavssild. Samráðingarnar verða hildnar í London, har umboð fyri Føroyar, ES, Grønland, Ísland, Noreg og Russland hittast. Tað upplýsir Fiskimálaráðið á heimasíðu síni. 


Byrjað verður við samráðingunum um makrel. Tær samráðingarnar verða í dag og í morgin, meðan samráðingarnar um svartkjaft fyrst byrja mikudagin. Hósdagurin og fríggjadagurin eru settir av til samráðingar um norðhavssildina.


- Á fundunum um makrel, svartkjaft og norðhavssild fara londini at leggja fram tey umsitingarligu tiltøk, sum eru sett í verk fyri 2018, eins og at veiðihagtøl fyri 2017 og 2018 verða løgd fram. Á fundunum um makrel og svartkjaft verður eisini ráðgevingin frá ICES fyri 2019 løgd fram og síðan verður mest loyvda veiða fyri 2019 viðgjørd, skrivar Fiskimálaráðið á heimasíðuni og leggur afturat.


- Eitt av stóru politisku málunum á skránni fyri samráðingarnar um makrel, er málið um at leingja Makrelsemjuna frá 2014 millum Føroyar, ES og Noreg, eins og at ein roynd verður gjørd at víðka Makrelsemjuna til aðrar partar. Somuleiðis á skrá fyri samráðingarnar um makrel er frágreiðing frá eftirlitsverkabólkinum um eftirlitsvirksemi í 2018.


Harumframt verður eina roynd gjørd at finna eina nýggja semju millum strandarlondini um býtið av svartkjaft.


Tað er longu greitt, at einki nýtt býti av norðhavssild verður avtalað í hesu vikuni, men fara londini í staðin viðgera eitt ICES-tilmæli.


- Dagsskráin fyri samráðingarnar um norðhavssild er serliga merkt av, at strandarlondini fáa ráðgeving frá ICES um eina nýggja langtíðarumsitingarætlan fyri norðhavssild til viðgerar á hesum fundinum. Tískil verða tættir so sum mest loyvda veiða fyri 2019 og nýtt býti ikki viðgjørdir fyrrenn seinni í heyst, skrivar Fiskimálaráðið.