Samráðast nú um at friða Strandferðsluna

VERKFALL OG SIGLING Hol er nú sett á samráðingar ímillum Fíggjarmálaráðið og fakfeløg um at lata skipini hjá Strandferðsluni sigla, hóast arbeiðssteðgur er

Tað hevur verið tosað um tað í nógv ár!
Men nú skal tað vera, at skipini hjá Strandferðsluni skulu sleppa at sigla, hóast tað verður lýst verkfall ella verkbann.
Fíggjarmálaráðið hevur nú tikið stig til samráðingar við fakfeløgini fyri at finna semju um eina skipan, so at skipini hjá Strandferðsluni ikki verða løgd, hvørja ferð arbeiðssteðgur er.
Hetta hevur verið eitt afturvendandi spurningur, at kalla hvørja ferð arbeiðssteðgur hevur verið minst hesi seinastu 20 árini.
Men hóast politikarar javnan og savnan hava lovað at viðgera málið, er lítið og onki hent á økinum.
Men fyrr í ár kallaði Fíggjarmálaráðið fakfeløgini, sum hava manning umborð á Strandferðsluskpinum, til fundar at viðgera málið.
Sostatt er hol sett á, men enn er ikki meiri hent.
Men á hesum fyrsta fundinum varð avtalað, at næsta stigið skal verða, at fakfeløgini, sum hava fólk, ið eru knýtt at skipununum hjá Strandferðsluni, hava ein innanhýsis fund at viðgerða støðuna.
Tað varð eisini avtalað, at tað skal vera Starvsmannafelagið, sum tekur stig til tann fundin.

Ongar gitingar
Sostatt liggur bólturin hjá Starvsmannafelagnum, og forkvinnan í felagnum, Selma Ellingsgaard, sigur, at á hesum innanhýsis fundinum ímillum fakfeløgini, skulu tey allarfyrst umrøða spurningin, um tey yvirhøvur eru sinnað at gera eina semju um at friða Strandferðsluskipini fyri verkfall.
Verður niðurstøðan, at tey eru sinnað at finna eina loysn, skulu tey eisini semjast um, hvussu tað kann gerast og, hvør loysnin kann verða.
Av tí, at ongin fundur hevur verið enn, vil Selma Ellingsgaard ikki í holt við nakrar sum helst gitingar um, hvat úrslitið av einum slíkum fundi ímillum fakfeløgini verður.
Men tá ið tann fundurin hevur verið, skulu fakfeløgini venda sær aftur til Fíggjarmálaráðið og so verður farið víðari haðani frá.

Bíða eftir friði
Tað er í øllum førum greitt, at tað verður ikki beinanvegin, at skipini hjá Strandferðsluni verða friða fyri arbeiðssteðgum
Sostatt er greitt, at endar hendan semingsroyndin ímillum yvirmannafeløgini og Fíggjarmálaráðið, úrslitaleysar, verða strandfaraskipini løgd einaferð enn.
Samráðingarnar eru slitnaðar og semingsmenninir eru boðsendir og teir fara undir semingsroyndina fyrsta dagin.
- Tað er undir øllum umstøðum greitt, at tað verður ongin semja um Strandferðsluna fyrrenn tær sáttmálasamráðingarnar eru avgreiddar og tað er friður á økinum, sigur Selma Ellingsgaard.
Hon sigur, at høvdu tey farið undir samráðingarnar um at friða Strandferðsluna nú, hevði tað órógva samráðingarnar hjá fakfeløgunum.
Tað hevði verið at trekt tenninar úr Skipara- og Navigatørfelagnum og Maskinmeistarafelagnum og tað kemur sjálvsagt ikki upp á tal, leggur hon afturat.
- Tí fara vit undir øllum umstøðum ikki at hava fund um málið aftur, fyrrenn nýggjur sáttmáli er gjørdur.


Fer at kosta
- Skulu fakfeløgini siga verkfalsrættin frá sær, fer tað sjálvandi at kosta.
Tað staðfestir Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum.
Sum sagt í aðrari grein her á síðuni, verður nú roynt at finna semju um at frítaka Strandferðsluna fyri arbeiðssteðgir á arbeiðsmarknaðinum.
Men hóast hon ikki vil siga so nógv um tað ítøkiliga í ætlanini, staðfestir hon kortini, at skal ein semja finnast, verður støðan undir øllum umstøðum tann, at fakfeløgini noyðast at siga verkfalsrættin frá sær.
Tað, sum oftast hevur verið nevnt, er, at gera fáa eina tænastumannalíknandi skipan fyri øll tey, sum hava við skipini hjá Strandferðsluni at gera.
Men so kunnu tey heldur ikki fara í verkfall.
Og nettupp verkfalsrætturin er ein serstakliga grundleggjandi spurningur hjá fakfeløgunum.
- Tað er sjálvsagt, at skulu vit sigaverkfalsrættin frá okkum fer at kosta fíggjarmálaráðnum eina eyka lønarhækking, tí vit geva ikki so grundleggjandi rættindi frá okkum fyri einki, sigur Selma Ellingsgaard.

Skal loysast við samráðingum

Løgtingið skal nú taka støðu til, um øll øki í landinum skulu javntsetast, hvat í samferðslu viðvíkur, tá ið arbeiðssteðgur er
Tað er Tjóðveldi, sum hevur lagt uppskot fyri Løgtingið. Flokkurin vil hava Løgtingið at samtykkja at heita á landsstýrið um beinanvegin at taka samráðingar upp við fakfeløg á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum um at frítaka skipini hjá Strandferðsluni fyri arbeiðssteðgir.
Tjóðveldi staðfestir, at nú 85% av fólkinum er samanbundið við tunlum og brúm, er tað serliga Suðuroyggin, Sandoyggin, Nólsoyggin og partvíst aðrar oyggjar, ið verða raktar, tá ið arbeiðssteðgur er.
Her er tað talan um, at tað tað eru landsvegirnar hjá hesum økjum, ið verða rakt.
Umframt at skula liva við avleiðingunum av arbeiðssteðgi, verða hesi øki tvífalt rakt, av tí at allir møguleikar fyri vanligari samferðslu, steðga.
- At hetta hevur djúptøknar avleiðingar fyri fólk, familjur, vinnu og vøruflutning, er
eyðsæð, sigur flokkurin.
Men Tjóðveldi heldur, at talan er eisini um ein trygdarspurning, av tí, at fólk verða noydd at finna meira ella minni alternativar samferðsluvegir.
Flokkurin heldur fast um frælsa samráðingarrættin og tí eru samráðingar ímillum partarnar um eina semju, tann rætta loysnin.
Løgtingið fer at viðgera uppskotið í næstum.
Les eisini greinina: Strandferðslan hótt av verkfalli á Páskum.