Samrøða við kyndilsspælarar á hvør sínum landsliði (FM1)

(FM1) Hoyr samrøður við Eirik Simonsen, Jóhan á Plógv Hansen, Brand Halgirsson og Kevin Møller hjá Danmark

 

##med2##

Aftaná 31-24 sigurin hjá Danmark á Føroyum í Gigantium marghøllini í Ålborg fekk reportarin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal orðið á tveir gamlar kyndilsspælarar, ið spældu á hvør sínum landsliði í kvøld, verjuskansan hjá Føroyum, Eirik J. Simonsen og Jóhan á Plógv Hansen, ið skoraði fimm mál fyri Danmark í kvøld.

Jóhan á Plógv Hansen heldur, at Føroyar hava gjørt tað framúr væl í báðum dystunum móti Montenegro og í heimadystinum móti Ukraina, og tað fegnast hann um.

Sjúrður H. Hoydal fangaði eisini Brand Halgirsson, ið eisini náddi at heilsa uppá ein gamlan kenning frá tíðini í Flensburg Handewitt, Kevin Møller.

Sjúrður H. Hoydal prátaði eisini við Steffan Schmidt úr Flensburg, ið var komin upp til Ålborg fyri at heppa á Føroyar móti Danmark.

Omanfyri ber til at hoyra hesar samrøðurnar. 

HER ber til at hoyra samrøður við:

1) Nicklas Selvig

2) Rói Berg Hansen

3) Jónas G. Djurhuus

4) Helgi H. Hoydal

5) Jeppe Borch, hjálparvenjari

6) Kjartan Johansen

7) Sonni Larsen, venjari

 8) Tróndur Kragesteen

 

(Samrøður: Eirikur J. Simonsen, Jóhan á Plógv Hansen, Brandur Halgirsson, Kevin Møller og Steffan Schmidt)