Sammøður: Samgongan kann fella mánadagin

Lagnan hjá samgongu verður avgjørd mánadagin, tá málið um sammøður kemur til 3. viðgerð í Løgtinginum

Dúgliga hevur verið gitt, hvørja avgerð løgtingsformaðurin fór at taka í málinum um sammøður, sum nú av álvara hóttir samgonguna, eftir at bæði Johan Dahl og Annika Olsen hava vent samgonguni bakið í málinum.

 

Men Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, hevur nú sett málið á skránna fyri tingfundin mánadagin, og tað merkir helst, at málið verður samtykt mánadagin – men at fíggjarlógin verður fingin upp á pláss í morgin.

 

Og verður tað samtykt, so hevur Miðflokkurin boðað frá, at so er eingin samgonga longur.

 

Løgmaður segði soleiðis tann 14. september í 2019, tá samgongan var skipað:

 

– Eg verði ikki leingi á odda fyri eini samgongu, har ið ein og ein tingmaður sleppa at renna leysir uttanfyri, og tað alla tíðina skal vera sáddur ivi um tann politikkin, sum verður førdur, um hann er tann rætti. 

 

– So vil eg heldur siga, at so eru vit ikki stjórnarberandi, og so er eingin samgonga meira. Tí er tað eg sigi tað, og leggi dent á tað, og havi gjørt tað fleiri ferðir undir samráðingunum, at er tað soleiðis, at vit ikki standa saman, so er eingin samgonga. 

 

##med2##

 

– Eg ætli mær ikki at standa á odda fyri eini samgongu, sum ikki er arbeiðsfør. Og um tað vísir seg, at vit ikki eru arbeiðsfør, so er tað betri at onkur annar situr við valdið.

 

Spurningurin er so, hvat hendir mánadagin. Men rættiliga greitt tykist vera, at samgongan kemur í minniluta – og sambært sær sjálvum fellir.

 

Tað ber til at skipa nýggja samgongu, og løgmaður kann eisini skriva út val. Skrivar hann út val mándagin, so skal løgtingsvalið haldast í fyrsta lagið 17. januar og í síðsta lagið 24. januar 2022. Eitt boð upp á valdagin kundi verið leygardagur 22. januar 2022.

 

 

 

 

 

 

 

Løgmaður var kontantur, tá samgongan varð skipað, um tingfólk, sum ikki fylgja semjunum í samgonguni

Løgmaður var kontantur, tá samgongan varð skipað, um tingfólk, sum ikki fylgja semjunum í samgonguni