Samleikin hjá Bárði varð stolin á Snapchat

Falski profilurin sendi fúl og nærislig boð til gentur í fleiri mánaðir

Fyri nøkrum døgum síðani fann 23 ára gamli Bárður Hansen útav, av ein falskur profilur, sum gav seg út fyri at vera hann, var stovnaður á sosiala miðlinum Snapchat. Viðkomandi handan profilin hevur í fleiri mánaðir sent fúl og ónærislig boð, nakinmyndir og videobrot til fleiri gentur í nærumhvørvinum.

 

 

17. februar skrivar 23 ára gamli Bárður Hansen av Toftum soleiðis á Facebook: “Hey tit. Onkur hevur gjørt ein falskan profil av mær á Snapchat, sum eitur Bárður Magic. Við­ komandi sendir út til damur, yngri sum eldri um at senda myndir av sær. Hetta eri eg sjálvandi sera keddur av, men eg fái ikki steðga viðkomandi. Men tit mugu vita at hetta ikki er eg. Kunnu tit hjálpa mær at fáa hendan boðskapin út? Eg havi meldað tað til løgregluna.” Boðini hjá Bárði á Facebook eru deild 248 ferðir. 

 

 

– Hetta er sera skelkandi og ørkymlandi, tí eg havi sjálvur tosað við ella heilsað uppá fleiri av hesum somu gentunum í hesum tíðarskeiðinum, og eg havi als ikki vitað, hvat tær hava hildið um meg, sigur Bárður Hansen.

 

 

Les alla samrøðuna við Bárð Hansen og meir um samleika stuldur á netinum í Vikuskiftis Sosialinum, sum er at fáa í sølubúðum kring landið og talgiltur her