Samleikin brúktur meira enn miljón ferðir

Samleikin, sum hevur verið brúktur sum innritan og talgild undirskrift síðan oktober 2020, hevur nú rundað eina miljón avgreiðslur.

 

Tað eru stívliga 33.000 fólk, ið hava Samleikan higartil. 

 

- Samleikin hevur verið brúktur sum innritan og talgild undirskrift síðan oktober 2020, og hann hevur nú rundað meira enn eina miljón avgreiðslur.

 

Í tíðindaskrivi verður sagt, at í miðal er hetta 33 innritanir fyri hvønn brúkara.

 

- Samleikin kann brúkast til talgildar tænastur hjá 19 ymiskum fyritøkum, stovnum og kommunum, og um stutta tíð fara eisini føroysku peningastovnarnir at brúka Samleikan til netbankarnar.

 

Talgildu Føroyar fegnast um, at føroyingar hava tikið Samleikan til sín. 

 

Endamálið hevur frá byrjan verið, at tað skal gerast lættari og tryggari at brúka talgildar tænastur í Føroyum.

 

- Við Samleikanum skalt tú bara minnast eitt loynital, og tú brúkar ein og sama hátt at rita inn á allar tænastur, verður lagt aftrat.

 

##med2##