Samla undirskriftir ímóti fríari fosturtøku í Føroyum

Lógin skal ikki broytast til tað verra, siga stigtakararnir

Hendan dagin skrivaðu vit, at Amnesty í Føroyum eru farin at samla undirskriftir inn fyri at fáa fría fosturtøku í Føroyum. men sum eitt aftursvar til tað, eru fólk nú eisini farin at samla undirskriftir inn at mótmæla, at vit fáa fría fosturtøku.

 

Stigtakararnir siga, at tey, sum skriva undir, vísa sína ónøgd við, at ætlanin er at broyta fosturtøkulógina «til tað verra fyri fosturið, barnið og lívið«, sum tikið verður til.

 

Men tey siga, at tey kunnu ikki sita og hyggja at ímeðan undirskriftir verða samlaðir inn fyri at fáa fría fosturtøku. Og tað gongur ikki verri enn ilt, tí nú, seint seinnapartin í dag, mikudagin, hava 1.074 fólk skrivað undir, at tey mótmæla ætlanini at seta fría fosturtøku í gildi í Føroyum og tá ið tey eru liðug at samla undirskriftir inn, verða tær handaðar Sólviti E. Nolsø, landsstýrismanni í almannamálum.