Samlaða myndin er nú klárari

- Eftir seinastu avhoyringarnar av teimum báðum skuldsettu í málinum um Birnu Brjánsdóttur, er myndin nú vorðin klárari, sigur kanningarleiðarin.

- Eftir seinastu avhoyringarnar av teimum báðum skuldsettu í málinum um Birnu Brjánsdóttur, er myndin nú vorðin klárari.

 

Tað sigur kanningarleiðarin hjá íslendsku løgregluni, Grímur Grímsson, við íslendska ríkisútvarpið, RUV. Hann leggur tó aftrat, at menninir framvegis ikki hava játtað seg sekar í brotsgerðini móti 20 ára gomlu íslendsku gentuni.

 

Grímur Grímsson sigur, at spurningurin um, hvørt løgreglan fer at biðja um leingjan av varðhaldsfongslingini, verður avgreiddur í kvøld ella fyrrapartin í morgin.

 

Í gjár vórðu skuldsettu avhoyrdir fyri fyrstu ferð í næstan eina viku, og hetta var samstundis fyrstu ferð, at grønlendskur tulkur var við, soleiðis at skuldsettu kundu tosa á sínum móðurmáli. Hinar avhoyringarnar eru farnar fram á donskum og enskum.

 

Sum skilst á kanningarleiðaranum, verða skuldsettu aftur avhoyrdir í dag.

 

Grímur Grímsson vil ikki siga, hvat kom burtur úr avhoyringunum í gjár, men hann staðfestir, at menninir framvegis ikki hava játtað seg sekar, tó at kanningarleiðarin heldur, at løgreglan nú hevur eina greiðari mynd av tí, sum farið er fram.

 

Kanningarleiðarin sigur, at enn vantar løgregluni úrslit av biologiskum kanningum, og framvegis vantar løgregluni endaligu úrslitini av líkskurðinum.

 

Birna Brjánsdóttur verður jarðað í Hallgrímskirkjuni fríggjadagin, og familja hennara hevur biðið um, at tíðindamiðlar vísa atlit og ikki taka myndir undir og eftir jarðarferðina.