Í næsta mánað verður eitt uppskot um at loyva samkyndum hjúnalagi, lagt fyri Løgtingið.
Tað eru tey trý tingfólkini, Rigmor Dam, Bjørt Samuelsen og Poul Michelsen, sum fara at leggja uppskot fyri Løgtingið um at broyta hjúnabandslógina, so at eisini samkynd kunnu verða gift.
Her er tó bara talan um borgarliga vígslu, ikki kirkjuliga vígslu.
Tey trý ætlaðu at leggja uppskotið fyri løgtingið í vár, men løgfrøðiligar forðingar gjørdu, at at tey máttu bíða.
Síðani hava tey havt løgfrøðing at arbeiða við málinum og tey hava sett sær fyri, at hetta útgreinandi arbeiðið skal vera liðugt hálvan september.
Løgfrøðiligi trupulleikin er, at talan er um danskt málsøki og tískil slepst ikki undan, at fólkatingið eisini viðgerð málið.
Rigmor Dam sigur, at ber upprunaliga ætlanin ikki á mál, fara tey at arbeiða við onkrum øðrum uppskoti.
- Vit hava sett okkum fyri, at Løgtingið skal ikki sleppa undan at taka støðu til rættindini hjá samkyndum, sigur Rigmor Dam.
Hon sigur, at rættindini hjá samkyndum eitt mál, tey øll trý førdu fram í valstríðnum og tað ætla tey sær ikki at snúgva sær undan. Tí verður uppskot lagt fyri Løgtingið, og miseydnast upprunaliga ætlanin, verður eitt annað uppskot, sum ber á sama borðið, lagt fyri Løgtingið.
- Hetta er rætt og slætt ein spurningur um mannarættindini og tað skal Løgtingið ikki sleppa undan at taka støðu til, sigur hon.
- Hetta er eitt prinsipielt mál, sum vit vilja, at Løgtingið skal taka støðu til, leggur hon afturat.
Hon dugir ikki at siga, um eitt slíkt uppskot verður samtykt. Hon heldur, at tað veldst í stóran mun um tinglimir í samgonguni sleppa at atkvøða eftir síni egnu sannføring, ella um tað verður gjørt til eitt samgongumál.
Men undir øll umstøðum heldur Rigmor Dam hóast uppskotið fellur kann tað slóða fyri, at málið verður mýkt, so at tað kann leggjast fram aftur einaferð seinni.