Samkyndur dómari hóttur eftir lívinum

Tomillero dømdi ein dyst, tá ein áskoðari rópti ókvæmisorð eftir honum. - "Slepp sær burtur tín gjeikari”

Fá eru dømini; Thomas Hitzlsperger og Justin Fashanu eru allarhelst teir kendastu samkyndu fótbóltsleikararnir. Enn færri eru dømini av dómarum dómarum í fótbólti sum eru samkyndir. Fyrsti samkyndi dómarin í sponskum fótbólti, 21 ára gamli Jesús Tomillero, hevur í seinastuni fingið deyðshóttanir eftir at hann valdi at byrja at døma aftur.

 

Tomillero dømdi ein dyst ímillum CD Lasalle og Atlético Zabal í næstbestu deildini í Andalusia, tá ein áskoðari rópti at hann skuldi “sleppa sær burtur tí hann var samkyndur” eftir at Tomillero hevði dømt straffi til Zabal.

 

Dysturin var steðgaður og maðurin var biðin um at fara, men viðkomandi megnaði at sleppa innaftur og rópti vanærandi orð eftir dómarinum, sum einans gjørdi tað, ið hann var mentur at døma ein rættvísan dyst.

 

Eftir dystin, tann næsti eftir støðg sín, hevur dómarin fingið deyðshóttanir á almennu miðlunum. “Tín lortendi, tú hevur sora felagið. Vit myrða teg við AIDS, tín rumpari” er eitt dømi. Eitt annað var ein mynd av eini pistól og patrónum, við orðunum: “ikki leingi eftir at liva í, rumpari”

 

Tomillero sigur at hann byrjaði at fáa hesar hóttanirnar eftir at hann hevði givið frágreiðing av dystinum. – Eg fekk ta fyrstu hóttanina um trý tíðina í gjár, sigur hann við the Guardian. Hóttanin ljóðaði: Handan frágreiðingin var ein feilur, Jesús. Stjórin hevur sett ein prís á høvd títt. Hjálagt var ein mynd av eini byrsu og einum bili við orðunum: “fyrireika teg uppá tað sum kemur, djeikari”

 

Tomillero var skelkaður áganginum: Eg var fjálturstungin og visti ikki hvat eg skuldi gera. Men eg fór í ein taxa og beint á løgreglustøðina. Nú havi eg løgreglufólk, ið fylgja mær hvar eg enn fari, nátt og dag. Hóast tað eri eg enn bangin og dugi ikki at ímynda mær hvat kemur at henda.

 

Orsøkin ið fekk bikari at flóta yvir, og sum fekk Tomillero steðga av fyrstan tíð, var ein hending fyri ári síðani, har ein áskoðari rópti: Hatta er djeikarin, ið var í sjónvarpinum.. Tú kanst stinga málið upp í endan, tín forbannaði rumpari. Tað sum verri var, sigur Tomillero, var at allir áskoðararnir flentu, tá rópt var. 

 

Spania hevur annars, sum heild, víst tollyndi mótvegis samkyndum, eftir deyða Franco í 1975, og gjørdist, í 2005, triðja landið í Evropa at loyva samkyndari giftu. Ein kanning, fyri trimum árum síðani, vísti at Spania var mest viðurkennandi landið mótvegis samkyndum. Heili 88% søgdu at samfelagið átti at viðurkenna samkynd.

 

Men fordómar eru enn ein trupulleiki. Ein kanning í Madrid økinum, vísti at eitt álop á samkynd kemur fyri annanhvønn dag.