Tá Barack Obama verður innsettur sum forseti týsdagin 20. januar, fer samkyndi bispurin Gene Robinson at biðja eina bøn á hátíðarhaldinum. Tað, sum ongin hevði trúð, hendir nú kortini.
Tá Obama verður innsettur fer ein samkyndur bispur at biðja eina bøn, og ein kvinnuligur prestur skal halda prædikuna.
- Nýggir tónar frá amerikasku stjórnini sigur professari í etikki.
Tá Barack Obama verður innsettur týsdagin 20. januar, fer samkyndi bispurin Gene Robinson at biðja eina bøn á hátíðarhaldinum. Bispurin hevur áður verið orsøk til øsing, tí hann hevur viðgingið, at hann er samkyndur. Nú er hann biðin um at biðja eina bøn á konsertini sunnudagin, sum verður startskotið til setanarhátíðarhaldið. Hetta skrivar Washington Post sambært Kristeligt Dagblad.
Obama hevur eisini valt ein frílyntan kvinnuligan prest, Sharon E. Watkins, at prædika í Washington National Cathedral til sjálva setanina. Hetta verður fyrstu fer, at ein kvinna prædikar, tá ein forseti verður innsettur. Evangeliski presturin, Rick Warren, skal biðja bønina.
Professari í etikki við Wesley Theological Seminary sigur við Washington Post, at prestavalini hjá Obama bera boð um eitt nýtt rák frá amerikonsku stjórnini, sum fólk helst skulu venja seg við.