Í Danmark verður í hesum døgum kjakast um, hvørt samkyndir menn eiga at sleppa at geva blóð. Tað gevur góða meining, heldur talsfólk fyri LGBT Danmark. Heilsumálaráðharrin Ellen Trane Nørby hevur verið breiðum politiskum meiriluta tikið støðu til, at menn, sum hava seksuella samveru við monnum, skulu hava møguleika at geva blóð. Tað er sostatt enn eitt forboð, sum verður broytt í næstum. LGBT Danmark fegnast um útsøgnina.
- Tað hevur verið leingi ávegis, og vit hava verið í samráð við heilsumálaráðið í fleiri ár. Tað er jaligt og gott, sigur Peder Holk Svendsen frá LGBT Danmark.
Hann heldur, at tað er upp á tíðina, at lógin verður broytt. Serstakliga, tá ið støðan í Danmark er tann, at blóðbankar eftirlýsa fleiri veitarar. Við nýggju reglunum mugu menn ikki geva blóð fýra mánaðir aftaná, at teir hava havt seksuella samveru við ein annan mann. So heldur enn núverandi forboðið móti, at hesin samfelagsbólkur sleppur at geva blóð yvirhøvur, verður heldur so frá komandi árið, at samkyndir menn eftir eina karantenu á fýra mánaðir sleppa at geva blóð. Peder Holk Svendsen heldur tó, at karantenan er óneyðug.
- Tað er rættiliga tápiligt. Ein átti heldur at gjørt eina generella lóggávu, sum sigur, at fólk, sum hava risikoatferð, óansæð kyn ella seksuella orientering, fáa karantenu, sigur hann við Ritzau.
Danska Styrelsen for Patientsikkerhed metir, at blóðbankar í dag hava møguleika at kanna møguliga smittu í blóði frá blóðgevum við næstan 100 prosent tryggleika.
/ritzau/









