Samkyndi Ólavur vil verða vígdur í kirkjuni

Ólavur Eysturdal er samkyndur og býr í Keypmannahavn, og har verður hann verandi, til samkynd í Føroyum kunnu verða vígd í kirkjuni

Tann 27 ára gamli klaksvíkingurin ásannar, at tey samkyndu í Føroyum fáa betri viðferð í samfelagnum nú enn fyri bara fáum árum síðani. Frammanundan var tað vanligt, at tey samkyndu fluttu av landinum og búsettu seg, har virðingin fyri teimum var størri enn í heimlandinum. Men hetta er broytt nú, og teimum samkyndu nýtist ikki longur at fara av landinum. 

 

Bæði LBGT og fleiri samkyndir føroyingar siga við danska útvarpið P1, at tað er vorðið lættari at vera samkyndur í Føroyum. 

  

- Tá eg sum samkyndur flutti til Keypmannahavnar fyri átta árum síðani, fór eg í útlegd, tí eg kendi á mær, at tað føroyska samfelagið hevði onga  virðing fyri okkum. Í dag fara tey samkyndu í Føroyum ikki í útlegd longur, men enn vantar okkum nøkur grundleggjandi rættindi, áðrenn eg flyti heimaftur, sigur Ólavur Eysturdal við P1.  

 

P1 greiðir sínum lurtarum frá, at um stutta tíð skal Løgtingið atkvøða um eitt uppskot, sum skal loyva tveimum persónum av sama kyni at verða borgarliga vígd. Men P1 leggur afturat, at tað er longu greitt, hvørja lagnu uppskotið fær, tí løgmaður hevur boðað frá, at samgongan fer at atkvvøða ímóti tí. 

 

Ferðaseðil til Helviti 

Ólavur Eysturdal sigur, at hann hevur altíð kent seg knýttan at ymsum kirkjum og samkomum, men at í Føroyum er tað torført at vera kristin og samkyndur. 

 

Í dag er hann deknur í føroysku kirkjuni í Keypmannahavn, men hann hevur ikki gloymt tað stundum buldraligu tíðina í Føroyum. 

 

-Tá eg var yngri, kundu talurnar av prædikustólinum vera rættiliga ógvusligar. Vit fingu at vita, at tað at vera samkyndur er tann størsta syndin, sum til er. Tað fekk meg at halda, at tað var okkurt rungandi galið við mær, og at tað at vera samkyndur var ein beinleiðis ferðaseðil til Helviti, sigur Ólavur Eysturdal við P1. 

 

Hetta gjørdist ein av fleiri orsøkum til, at tann tá 19 ára gamli klaksvíkingurin valdi at keypa ein einvegis ferðaseðil til Keypmannahavnar, og har hevur hann búð síðani.  

Vil í kirkjuna

Danska útvarpið hevur eisini tosað við Sonju Jógvansdóttir, sum er nevndarlimur í LBGT-felagnum. Eins og Ólavur greiðir hon frá, at tey seinastu árini er tað vorðið lættari at vera samkyndur í Føroyum. 

 

-Tað er ikki fyrr enn tey seinastu árini, at samkynd eru vorðin ein partur av teirri føroysku samfelagsmyndini. Frammanundan var tað vanligt at hoyra summar politikarar tosa um  kynsvillingar, og at tað var ein skomm at vera samkyndur, sigur Sonja Jógvansdóttir við P1. 

 

Hon ivast ikki í, at tað eru fleiri eldri samkynd í Føroyum, sum hava sættast við at liva í hinkyndum sambandi. Hon vónar, at fleiri av teimum, sum eru flutt úr Føroyum, fara at venda heimaftur, um tey samkyndu fáa fleiri rættindi, enn tey hava í dag. 

 

Ólavur Eysturdal er ikki í iva. Hann flytir ikki heimaftur, fyrr enn javnrættindi koma í hjúnarbandslógina. Og hann heldur ikki, at rættindini til borgarliga vígslu er nóg mikið. 

 

- Eg gleði meg til tann dag, tá samkynd fáa møguleikan at verða borgarliga vígd í Føroyum, men sjálvur haldi eg ikki, at eg fái  mínu fullu rættindi, fyrr enn eg kann verða vígdur í kirkjuni. Kirkan er ein partur av mær, og eg eri ein partur av kirkjuni, sigur hann.