Tríggir borgarligir flokkar í Svøríki skjóta upp, at samkynd kunnu verða vígd í kirkjuni Tekur Ríkisdagurin undir við einum lógaruppskoti, sum tríggir borgarligir flokkar hava lagt fram, kunnu samkyndir sviar fáa kirkjuliga hjúnarvígslu aftan á 1. mai í ár.
Í uppskotinum stendur, at samkynd skulu hava rætt til at velja borgarliga ella kirkjuliga vígslu, men at prestarnir í kirkjuni skulu hava heimild til at nokta at víga samkynd.
Tað eru Moderaterna, Miðflokkurin og Fólkaflokkurin, sum hava lagt uppskotið fram. Tann fjórði flokkurin í stjórnini, Kristendemokratarnir, eru ímóti uppskotinum, men partar av andstøðuni fara at atkvøða fyri tí, so tað verður samtykt í Ríkisdegnum, skrivar TT.