Á ólavsøku verður eitt uppskot um at loyva samkyndum vígslum í Føroyum, lagt fyri Løgtingið.
Tað eru tey trý tingfólkini, Bjørt Samuelsen, Rigmor Dam og Poul Michelsen, sum leggja uppskotið fram.
Talan er bara um borgarligar vígslur og ikki kirkjuligar vígslur, tí tað eiga kirkjur og samkomur sjálvar at taka støðu til, siga tey trý.
Tær báðar tingkvinnurnar leggja uppskotið fram fyri seg sjálvar og ikki fyri flokkarnar.
Ætlanin varð at leggja uppskotið fram nú, men lógartekniskt er talan um eitt fløkt mál, so tað lukkaðust tey ikki.
- Tað er ikki einfalt at smíða føroyska lóggávu fyri borgarligum hjúnalagi, sum eisini fevnir um samkynd.
- Av tí at familjulóggávan er donsk, má hetta gerast við einari serlóg fyri Føroyar, siga tey trý tingfólkini.
Bjørt Samuelsen, Rigmor Dam og Poul Michelsen hava tískil gjørt av at taka tað neyðugu fyrireikingartíðina, sum krevst og at leggja uppskotið fram aftur á ólavsøku.
Hon sigur, at tey leggja hetta uppskotið fram, tí at tey eru sannførd um, at samkynd eiga at hava hesi rættindi í Føroyum, soleiðis sum tey langt síðani hava fingið tað í okkara grannalondum.
- Tað er okkara mál, at øll menniskju skulu hava møguleikan at gera sínar dreymir um tað góða lívið til veruleika innan karmarnar hjá felagsskapinum og innan teir lógarkarmar, sum skipa eitt trygt og rættvíst samfelag.
Tey siga, at rætturin at velja sær lívsmaka, er ein av okkara rundleggjandi mannarættindi.
- Tí vilja vit geva tveimum av sama kyni javnsettan rætt at ganga saman í borgarligt hjúnalag, og soleiðis fáa somu ábyrgd, rættindi og vernd, sum onnur hjún eitt nú at kunna tryggja hvørjum øðrum arv.
- Føroyar skal vera eitt rúmshátt samfelag, har øll hava sømilig livikor, og møguleika at trívast. Føroyar hava staðfest mannarættindasáttmálan hjá ST, sum skal tryggja øllum somu rættindi, frælsi og at verða viðfarin eins, siga tey trý tingfólkini.










