Samkynd kunnu giftast í Skotlandi

Myndugleikarnir í Skotlandi kunngjørdu í dag, at Skotland fer nú at loyva samkyndum at verða vígd, og Skotland er sostatt tann fyrsti parturin av Stórabretlandi, sum tekur hetta stigið. Tann katólska kirkjan í Skotlandi er ímóti avgerðini og sigur, at talan er um eitt hættislig stig.

Nicola Sturgeon, sum er talskvinna hjá skotsku stjórnini, sigur, at eitt lógaruppskot um rættindini hjá samkyndum at verða vígd hjún verður lagt fram um stutta tíð. Ætlanin hjá stjórnini er so, at lógin skal koma nýggjársdag í 2015. Talskvinnan legði afturat, at eitt mál við lógini er at tryggja javnstøðu.

Meiningakanningar hava víst, at meirilutin av tí skotska fólkinum tekur undir við ætlanini hjá stjórnini.

Samkynd í Stórabretlandi kunnu skráseta seg í parlagi, men tey verða ikki viðurkend sum hjún.