-Staturin kann ikki nokta tveimum av sama kyni at ganga saman í hjúnarlag, hava teir ella tær hug til tess, og rættindini og skyldurnar eru tær somu sum í øðrum hjúnarløgum.
Tað var niðurstøðan, sum hægstirættur í amerikanska statinum Massachusetts kom til fyrradagin. Samkynt hjúnarlag er annars ikki loyvt í USA, men í statinum Vermont hava myndugleikarnir eina lóg um avmarkað hjúnarlag, og sum í veruleikanum gevur samkyndum loyvi at giftast.
Sakførarin hjá teimum, sum høvdu lagt málið fyri hægstarætt, sigur, at úrskurðurin er ein stórur sigur fyri øll samkynd í USA.
Úrskurðurin hjá hægstarætti í Massachusetts ber í sær, at myndugleikarnir í statinum skulu broyta allar lógir, sum viðvíkja hjúnarlagi, og tað skal staturin gera innan seks mánaðir. Sjey samkynd pør hava boðað frá, at tey fara at giftast, so skjótt staturin hevur broytt lógirnar.









