Tað verður longu seinnapartin í dag, at spurningurin um at broyta hjúnabandslógina, so at samkynd kunnu giftast borgarliga, aftur verður til viðgerar.
Eftir eitt sjáldsama drúgvt orðaskifti í gjár, tóku teir báðir javnaðarmenninir Kristin Michelsen og Heðin Mortensen, øll á bóli, tá ið teir kunngjørdu, at teir vóru ikki til reiðar at taka støðu í málinum, men vildu hava betri stundir at viðgera tað.
Frammanundan høvdu fleiri aðrir tinglimir mælt til, at málið varð beint aftur í Trivnaðarnevndina hjá Løgtinginum við tí endamáli at viðgera tað gjølligari.
Eitt endamál við hesum er at fáa eitt endaligt og einvíst svar upp á spurningin um hetta førir við sær, at samkynd kunnu giftast í kirkju, ella ikki.
Tey, sum hava lagt uppskot fram, hava annars skotið upp, at lógin kemur ikki í gildi, fyrrenn danir hava broytt grein 14, stykki 2 í hjúnabandslógina fyri at veita fulla trygd fyri, at kirkjan verður hildin uttanfyri.
Hóast biskupur sjálvur hevur sagt, at verður tað broytt, er eingin ivi um, at so er kirkjan hildin uttanfyri, eru tað kortini fleiri tingfólk, sum ivast, tí tey siga, at løgfrøðingar eru ójavnir á máli.
Tí var stórur meiriluti fyri at beina málið aftur í nevnd. Tveir tinglimir, Pauli Trónd Petersen og Óluva Klettskarð vóru ímóti tí, tí tey vildu hava málið avgreitt í gjár.
Fimm tinglimir atkvøddu blankt, teir vóru Heðin Mortensen, Djóni Nolsøe Joensen, Jónleif Johannesen, Katrin Kallsberg og Ingolf S. Olsen.
Og tað er greitt, at Trivnaðarnevndin legðist ikki á boðini, tí hon fer at viðgera málið longu seinni í dag.
Spurningurin er so um tey verða liðug í dag, ella um viðgerðin krevur longri tíð.
Andstøðan, og summir limir í samgonguni, sum eru sinnaðir at geva samkyndum borgarlig rættindi, vilja kortini ikki vita av at broyta hjúnabandslógina.
Tey royna ístaðin at finna semju um eina serlóg, okkurt slag av skrásettum parlagi, sum tryggjar samkyndum øll borgarlig rættindi, men uttan at geva teimum loyvi at giftast.










