Samkynd hjún í Føroyum sleppa at ættleiða børn

Men ongin ætlan er um at gera eina skipan við burðarmammum

Samtykkir Løgtingið uppskotið um at loyva samkyndum at giftast í Føroyum, fara tey eisini at sleppa at ætttleiða børn.

 

Tað staðfestir Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum.

 

Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin hevur spurt Sirið Stenberg, hvørjar avleiðingar tað fer at fáa fyri Heilsuverkið, samtykkir Løgtingið at loyva samkyndum hjúnalagi.

 

Landsstýriskvinnan ger greitt, at viðgerðir og tilboð í heilsuverkinum, eru ikki tengd at, um fólk eru gift ella ikki.

 

Men samtykkir Løgtingið uppskotið um at loyva samkyndum í Føroyum at giftast, verða samkynd hjún javntsett við hjúnalag ímillum mann og kvinnu.

 

Hon sigur eisini, at hvat ættleiðing viðvíkur, fara samkynd hjún at verða javntsett við hjúnaband ímillum mann og kvinnu.

 

Hinvegin sigur Sirið Stenberg, at føroyska heilsuverkið hevur onga skipan við burðarmammun, fyri at hjálpa barnleysum hjúnum at fáa børn, og leggur afturat, at hon hevur ongar ætlanir um at fara undir eina slíka skipan.