Tann víðgongda samkoman í Amerika, Westboro Baptist Church, er nú enn einaferð til reiðar mótmæla til eina jarðarferðum, og hesaferð verður tað til jarðarferðini hjá Steve Jobs.
Sjálvt amerikanarar eru skelkaðir av hesum seinasta frá víðgongdu samkomuni, sum nú skrivar eina ørgrynnu av Twitter boðum um deyða stjóran hjá Apple.
Margie Phelps, sum er dóttur leiðaran í samkomuni, skrivar á Twitter, at Steve Jobs er í helviti , og at tey nú fara at mótmæla við hansara jarðarferð.
-Westboro fer at mótmæla til jarðarferðina. Hann rørdi nógv fólk í heiminum, men hugsaði ikki um Gud og legði upp til syndarligan atburð, skrivar gentan.
Samkoman er kend fyri at mótmæla, tá ið falnir hermenn jarðast.
Men tað er skelkandi fyri amerikanarar at síggja, at samkoman eisini hevur sett sær fyri at mótmæla, tá ið Steve Jobs fer til jarðar.
Enn er ikki greitt, nær Apple stjórin skal jarðast.