Vanliga varð Marius, millum manna, nevndur Marius hjá Linu í Rituvík.
Borin í heim í Lorvík, barna- og ungdómsárini í Fuglafirði og giftur inn í heimið hjá Linu í Rituvík, har mamma og bróðir hennara búðu.
Marius og Lina fingu einkardótrina Elnu, sum tey elskaðu og vildu gera alt fyri og abbabørnini Marius og Astrid, hava verið abba og ommu til stóra gleði.
Líka til fyri stuttum, tá Marius gjørdist sjúkur, hava tey meir og minni livað saman sum ein familja, og mangan kókaði Marius døgurða til tey øll.
Síðan Lina, fyri mogum árum síðani, misti heilsuna, hevur Marius passað hana fulla døgnvakt, og fingið góða hjálp frá kærleiksfullum heimahjálparum, skyldfólki og vinum.
Heimið í Rituvík hevur í dag eitt stórt tómrúm, nú Marius er farin. Sorg,saknur og grátur fyllir hansara kæru, sum sita eftir. Lina er komin á stovn, og har verður hon væl passað.
Marius var sjómaður, og longu á ungum aldri tók hann ábyrgd í dagligdegnum, og fór hann ungur á sjómannsskúla.
Tá sildarokið var í 50-unum, førdi hann mangan fongin til lands. Nøkur ár var hann skipari á “Suðurland” hjá svágrinum Frederiki Olsen, reiðara. Túsundtals tunnur fyltar við sild førdu teir heim úr Skotlandi og á einu ferðini mundu teir gingið burtur, tí skipið tók at leka og var um at søkka.
Marius var ein stillur og friðarligur maður sum ongantíð gjørdi nakað hóvasták av sær sjálvum, men neyvan hevur nakar annar her á landi, sett størri og sterkari varðar eftir seg innan havnabygging í Føroyum.
Hann førdi grótbátin “BASALT” hjá Pihl & Søn og søkti milliónatals tons í havnaløg og brimgarðar um landið alt. Fyri at nevna nøkur: í Tórshavn, Hvalba, Eiði, Miðvág og Nolsoy. Í Danmark í Hirtshals og København.
Í Íslandi: Hafnafírði og Torleikshøfn. Í Ísrael. Marius var álitis- og skilamaður, sum sjáldan steðgaði upp ella bakkaði fyri veðri og mótburði.
Arbeiðsgevarar hansara royndu mangan at fáa hann at taka arbeiðið upp aftur eftir at hann, vegna sjúku konu sína, legðist uppi - fyri at stuðla, hjálpa og vera um elskaðu konu sína,Linu -. Men hann valdi fyrr lívið saman við Linu.
Marius var veiðimaður, bæði á landi og sjógvi. Tá harutíðin nærkaðist, varð alt gjørt klárt til haruveiðina, og mangan hevur bátur hansara verið søkklaðin av fiski, sum hann dróg inn um stokkin eftir stuttari løtu, meðan aðrir vóru óhepnir og bert fingu at kóka. Hann var staðkendur eystanfyri Nolsoynna. Kendi mong mið, sum hann hevði fingið í minnið við at tosa við eldri skilagóðar útróðrarmenn – og varð hettar góður førningur.
Marius segði ikki so nógv, men fylgdi væl við, las og visti nógv, og um samrøða kom inn á okkurt serstakt evni, tá gjørdist hann ofta fríari og opnari og kundi oysa av tí, hann visti, kendi og hevði upplivað gjøgnum eitt langt lív.
Marius átti frið við Gud, og hesin friður fylti hann, nú likam hansara viknaði og flytingin til eitt betri land stóð fyri stavn. Vit vóru burturstødd tá hann flutti inn í dýrdina, men síðsta heilsanin,vit fingu frá honum, tá vit vitjaðu hann og søgdu honum farvæl, er hendan : “Eg rokni við at koma heim, áðrenn tit koma heimaftur”. Hesi orð komu fram fyri okkum, tá vit fingu boðini. Nú er hann komin til hitt himmalska heimið, og har er mangan betri – Heima hjá Jesusi -.
Harrin styrki tykkum Linu, Elnu, Marius og Astrid. Hann fylli hjørtu tykkara við góðum ,kærum minnum frá lívinum saman við tykkara elskaða manni, pápa og abba.
Systkin hansara og mong onnur, sakna og syrgja ein kæran beiggja og vin.
Kæri Marius – Takk fyri alt. Friður verði um minnið eftir Marius í Rituvík.
Esther systir og Johan