Sami sangur hvørja viku

Í sambandi við útgávuna av nýggju teitur.com, lovaði Teitur at hvørja viku í eitt heilt ár, fóru tey at leggja ein nýggjan ikki útgivnan sang á síðuna. Hetta hevur tó ikki gingið so væl. Talan skuldi vera um demo upptøkur, konsertupptøkur og goymdar gimsteinar av ymsum slag. Fyrsta lagið varð lagt út umleið 20. februar, hetta var Your Great Book, eitt nokkso Paul Simon kent lag, ið leiður tankarnar aftur á fyrstu altjóða útgávuna hjá Teiti, Poetry & Aeroplanes. Eitt fínt lag, ið tó slapp at liggja munandi longri enn tí kunngjørdu vikuna, lagið hevur ligið á síðuni nú í ein mánaða. Tá planet.fo í morgun fór inn á síðuna, fyri at vita hvønn sang, Teitur nú hevði lagt á síðuni, lá Your Great Book enn, sum sangurin hesa vikuna.

Hetta minnur ikki sørt um matstovur, ið lýsa við dagsins suppu á matskránni, og tá tænarin verður spurdur, hvat dagsins suppa er. Svarar hann:

- Dagsins suppa er altíð tomat suppa.

Higartil er lagið hesa vikuna hjá Teiti, altíð Your Great Book.