Tað eru ivaleyst nógvir syndabukkar í Íslandi í hesum døgum, og lætt er tað at havast at.
Men Ísland og fólk tess eru í stórari neyð. Helst er neyðin væl størri, enn hana vit upplivdu í Føroyum í nítiárunum.
Tí er at vóna at vit sum land og fólk eru før fyri at síggja upp um orsøkir og frágreiðingar og heldur í verki vísa veruligan bróðirligan samhuga á allan hugsandi hátt.
Latið okkum sum land og fólk - sum einstaklingar og vinnulív - í verki vísa, at vit standa aftan fyri nevnda samhugaskrivi.
Og til íslendingar í Føroyum vil eg ynskja alt tað besta í vónini um, at tit og fólk tykkara finna ugga og troyst á røttum stað, og sum fólk koma væl fyri tykkum skjótt.









