Samhaldsfesti er lykilin til framtíðina

- Góð livikor, størri samhaldsfesti og frælsi fara at seta dagsskránna í 2016, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna.

- Tað er trupult at lýsa bestu hendingina í 2015, tí eg havi so nógv at takka fyri, sigur Sirið Stenberg

- Vágur er serstøk nýggjársbygd. Her er øll bygdin felags um nýggjárshald. Hetta er við til at styrkja felagskensluna á staðnum, so tað bakka vit upp. Umframt at luttaka í felagstiltøkum, hava vit okkara egnu familjusiðir við fýrverki, báli, røstum kjøti og hugna við børnunum.

 

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna.

 

Hon vísir á, at árið 2015 var eitt sera gott ár og heldur fyri, at tankarnir við takksemi kunnu fara gjøgnum farna ár.

 

- Fremst av øllum gleðist eg um mína familju og eri takksom fyri øll tey mongu góðu fólk, sum eg havi í mínum lívi.

 

Sirið vísir á, at í 2015 varð henni eisini tillutaður sessur í landsstýrinum, og hesi uppgávu hevur hon stóra virðing og eyðmjúkt yvirfyri. Hon vil brúka alla sína orku upp á at viðvirka til at skapa eitt betri samfelag, sum kann gera lívsumstøðurnar hjá borgarunum betri.

 

- Tað er trupult at lýsa bestu hending í 2015, tí eg havi so nógv gott at takka fyri. Í privata lívinum havi eg alt, sum skal til fyri at hava tað gott. Tað er ómetaligt ríkidømi, sum ikki kann gerast upp á nakran hátt.

 

Hon heldur, at í arbeiðslívinum er størsta hendingin, at Tjóðveldi vann fólkatingsvalið og fekk eitt løgtingsval, sum setti flokkin í stjórn, og hana sjálva í landsstýrið.

 

- Landsstýrissessurin er fyri meg eitt amboð at gera nakað gott fyri Føroya fólk, og tað fari eg veruliga at gera mær ómak við.

 

Sirið sigur, at í kommunalum høpi hava tey fingið nógv gott av skafti í Vági, og her gleðist hon serliga um Miðlatún og risa átakið við Páls Høll.

 

- Tá vit missa fólk, sum vit eru góð við, rakar tað hart. Annars harmist eg um, at eg havi ov lítla tíð til at syngja í kóri, til bindiklubban og onnur gerandisting, sum eru meira avmarkaði beint nú.

 

Landsstýriskvinnan sær ljóst upp á 2016.

 

- Eitt nú fari eg at gera mítt til at skapa betri umstøður fyri sálarsjúk við millum annað at bøta um hølisumstøðurnar á Psykiatriska Deplinum, sum als ikki eru nøktandi. Somuleiðis er ætlanin, at økispsykiatriin verður útbygd til at fevna um landið alt.

 

Hon vísir á, at tað at arbeiða miðvíst við at røkka øllum borgarum og øllum økjum í landinum, er eitt mál í sær sjálvum.

 

- Eg fari eisini undir at styrkja heilsuverkið sum heild við eini játtan, sum kann geva rúm fyri nýggjum átøkum fyri sjúklingarnar, eitt nú við størri skurðkapasiteti og styttri bíðitíðum. Somuleiðis at styrkja heilsuverkið sum útbúgvingarstað. Fari eisini at leggja dent á heilsufremjan og fyribyrging, við eitt nú at styrkja Gigni.

 

Hon sigur, at náttúra og umhvørvi fara eisini at vera sett á dagsskrá saman við arbeiðnum móti einum grønari Føroyum.

 

- Ynski øllum Føroya fólki eitt av Harranum signað nýggjár, har góð livikor, størri samhaldsfesti og frælsi seta dagsskránna, og har dentur kann leggjast á felagskenslu og nærveru millum fólk. Tí, tað er har, at lykilin til framtíðina liggur, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna.

- Tað er trupult at lýsa bestu hendingina í 2015, tí eg havi so nógv at takka fyri, sigur Sirið Stenberg

- Tað er trupult at lýsa bestu hendingina í 2015, tí eg havi so nógv at takka fyri, sigur Sirið Stenberg

- Tað er trupult at lýsa bestu hendingina í 2015, tí eg havi so nógv at takka fyri, sigur Sirið Stenberg

- Tað er trupult at lýsa bestu hendingina í 2015, tí eg havi so nógv at takka fyri, sigur Sirið Stenberg

- Tað er trupult at lýsa bestu hendingina í 2015, tí eg havi so nógv at takka fyri, sigur Sirið Stenberg