Tíverri avdúkar hvør dagur eina samfelagsleiðslu farnu árini, ið á økjum nærkast vanrøkt. Niðanfyrinevndu viðurskifti eru ein partur av dømum, ið vátta hesa útsøgn.
Heilsuskipanin fyri børn og ung, ið ongantíð kom.
Hin 27 apríl 2005 feldi Føroy Løgting uppskot frá Miðflokkinum um løgtingslóg um landsskúlalæknaskipan og samtykti ístaðin, hin 4 mei sama ár, løgtingslóg um fyribyrgjandi heilsuskipanir fyri børn og ung. Tóat gott og væl 3 ár, t.e. fleiri enn 1100 dagar, eru farnir síðani hesa samtykt, so hendi einki. Hetta hóast kent og alment góðtikið er, at fyribyrging er mangan ferðir meira verd enn viðgerð.
Harmuligt er at staðfesta, at hendan skipan, sum skal tryggja børnum og ungu okkara bestu menningarmøguleikar, er so vanrøkta í best hugsandi tíðum. Hví?- spyr tú kanska. Sama havi eg spurt, ferð eftir ferð. Ein undanførsla fyri og onnur eftir hevur verið svarið, ongin av teimum virðulig ella nøktandi. Á tingi herfyri gjørdi undirritaði tí púra greitt, at tol Miðfloksins við umsitingina av hesum øki, er við at vera uppi. Tað meta vit, at vit skylda komandi ættarliðum!
Manglandi tunnilstrygdin.
Seint í heyst svaraði táverandi landsstýrismaðurin í samferðslumálum fyrispurningi frá undirritaða um gomlu tunnlarnar. Í svarinum váttaði hann, og sama hevur núverandi landsstýriskvinnan síðani gjørt, at fleiri av hesum tunnlum á ongan hátt liva upp til tey trygdarkrøv, sum í dag verða sett.
Hóast hetta varð lítið og einki gjørt í gulltíðunum við at viðlíkahalda og dagføra hesar tunnlar. Úrslitið er, at ynskini um nýggjar, og sjálvsøgdu krøvini um røkt teirra gomlu, eru endaði í einari sannari fløkju. Einari fløkju, sum saman við manglandi røktini av øðrum økjum, m.a. heilsuøkinum og skúlaøkinum, hevur sett annars ríka føroyska samfelagið fleiri ár aftur í menning.
Afturútsigldir skúlar.
Fyri 4 árum síðani vóru bert snøklar eftir av fyrireikingum til byggjan av skúladepli, ið vildi nøkta tørvin hjá handils- tekniska og studentaskúlanum. Í dag, 4 ár seinni, eru vit ikki komin úr stað. Tað sigst, at innanhýsisklandur var orsøkin til at so varð. Og meðan politikkarar, ið burdu verið meira at sær komnir, klandraðust, hava næmingar gingið í skúlum, sum á ongan hátt nøkta nútíðarkrøv, og sum, eins og gomlu tunnlanir, als ikki liva upp til tey heilsu og trygdarkrøv, sum verða sett í dag.
Vanrøktin av sjúkrahúsverkinum.
Neyvan er dagur farin seinastu tíðina uttan avdúking av vánaligu støðuni heilsuverk okkara er komið í. Fyri at kunna nøkta basalu tørvirnar farna ár varð neyðugt at brúka tvíciffra millióna krónutal meira enn játtað varð á fíggjarlógini. Um játtaða krónutalið kundi havt rokkið, er møguligt, men hesum kjaki óviðkomandi. Tí vanrøktin liggur í, at man ikki játtaði tað peningaupphædd, ið neyðug var undir tí skipan, ið var galdandi- ella setti kanning í verk ( júst sum núverandi landsstýrið hevur gjørt ) fyri at finna útav, um broytingar kundu verið gjørdar í skipan og bygnaði, ið vildu bøtt um raksturin.
Bara at lata standa til og onki gera, hevur ført meginsjúkrahús okkara út í eina kreppu, sum fleiri enn ein, ið hava innlit í verkið, frykta fyri kann taka beinini undan tí.
Vælferðin kom í aðru røð.
Hvussu kundi samfelagið ikki verið ment, um teir flokkar, sum fyri 4 árum síðani valdu at mynda stjórn, høvdu valt samhaldsfesti framum høgravent sjálvsøkni? Um peningatreymurin hesi árini, ístaðin fyri m.a. at fari til skattalættar til vælbjargað, varð brúktur at styrkja og tryggja vælferðarsamfelagið Føroyar?
Kanningar í grannalondum okkara vísa, at borgarar har velja vælferð framum skattalættar. Vilja heldur hava trygg heilsuverk, almannaverk, skúlaverk og vit kundu hildi á, enn skattalættar. Ivist onga løtu í, at føringurin hevði givið somu boð, varð hann spurdur. Heldur dagførdar skúlar, heldur tryggar heilsuskipanir, heldur sjúkrahúsverk á høgum støði, heldur eitt nútíðar og trygt samfeðslukervi v.m., enn eina heimagjørda skattahugsan, sum neyvan nakar í heiminum utta nakrir fáir høgravendir føringar, taka undir við.
Vælferð og samhaldsfesti í fremstu røð.
Komandi mánaðir, til nýggj fíggjarlóg verður løgd fram tíðliga í heyst, verða sera áhugaverdir og avgerandi fyri okkum øll. Spennandi verður at síggja, um samgongan torir nýhugsan og hevur dirvi at taka tey tøk, ið eru neyðug, fyri at rætta samfelagskósina. Tí rættast má hon, ikki bert á omanfyrinevndu, men so mongum øðrum økjum.










